Skiparin, Birgir Enni, bjóðar øllum at vera
vælkomin umborð á Norðlýsið ...
 
 
Fisketur
Heida 2

Fyri skipara, manning eins og ferðafólk er hvør ferð við Norðlýsinum ein nýggj ferð við
nýggjum upplivingum og avbjóðingum.

Á sjónum er yðjandi lív kring allar oyggjarnar. Talan er um tann partin av Føroyum, sum vit
ikki síggja á landi. Lívið á landi kann heldur ikki samanberast við lívið í sjónum, - og má tí
upplivast.
 
Veðrið má sær sjálvum ráða; sigur fyrndargamalt  føroyskt orðafelli. Tí verður hvør einstøk
ferð við Norðlýsinum ein serlig ferð, sum verður løgd til rættis og lagað eftir veðri, vindi og sjóvarfalli.
Í hesum sambandi eru ferðafólkini altíð fremst í huga skiparans. Norðlýsið vitjar nakrar av
okkara vakrastu og mest áhugaverdu perlum kring landið.
 
Ein ferð við Norðlýsinum er altíð ein serstøk ferð, ið skapar góð minni, sum ferðafólk og
manning við gleði altíð kunnu leita aftur til.


 

Nýtt ferðamál í 2012 er Føroya nýggi Tjóðgarður í Koltri

 

fblogo

 Upplivingar í Føroyum (Filmur)