TN24 Norðlýsið 
   So føroyskt sum tað kann verða   
Bílegg her

Jólaborðhald umborð

Vit bjóða til forkunnugan jóladøgurða í hugnaliga lugarinum umborð á Norðlýsinum

Seinastu mongu dagarnar hava vit rudda, skrubba og skúra. Køksútgerðin er dagførd og Rigmor og Jens Mortan hava samansett eina spennandi og óvanliga matskrá.

Bílegg umvegis bíleggingarskipan okkara, ella ring til Frank á 215377.

Bílegg

Nýggjan ovn frá AGA-Føroyar

Spildurnýggjur ovnur komin umborð.

AGA-Føroyar er stuðul hjá TN24 Norðlýsinum og lat okkum en nýggjan ovn herfyri. Gamli ovnurin fekk ov nógvan sjógv undir flaggsiglingini.

Nú er lag á manni, at matgerða umborð. 

AGA-Føroyar stuðlar TN24 Norðlýsinum

 

TN24 Norðlýsið riggar til økt virksemi

Hans Andrias Frímann Kelduberg og Per Lund Gulklett eiga nú allan partapeningin í P/F TN24, ið eigur TN24 Norðlýsið. Peningur verður settur í felagið fyri at leggja lunnar undir optimalan rakstur av Norðlýsinum innan ferðafólkavinnuna í føroyum. Frank Djurhuus Jakobsen ið hevur arbeitt við booking, sølu og kundarøkt hjá Norðlýsinum síðan juni 2017,  er settur sum stjóri í felagnum. 

Skipið fer á beding til viðlíkahald, umvælingar og ábøtur frá januar til mars 2020. Síðani verður fari undir umfatandi virksemi ið fevnir um: regluligar túrar, sertúrar, túrar í sambandi við serligar hendingar og leigutúrar við spennandi tilboðum umborð. Skráin fyri regluligar túrar og sertúrar finnst á heimasíðuni nordlysid.com. Serligir túrar verða lagdir afturat so hvørt. 

Birgir Enni eigur stóran heiður fyri at hava skapt skipinum eitt "brand" sum vit kunna byggja víðari uppá. 

Um skipið

Norðlýsið er bygt á Tórshavnar Skipasmiðju sum seglskip við hjálpimotori. Tilfarið er eikiviður úr Canada. Hesin  metist sum besta tilfar til træskip.

Norðlýsið fekk bygginummar 2 og varð latið eigarunum 5. mei 1945. Sama dag sum annar heimsbardagi endaði.

Skipið varð nýtt til fiskarí kring Føroyar fram til 1980 og var fyrsta skip ið fiskaði sild við nót.

Frá 1985 til 1989 var Norðlýsið sett í stand og fekk tá skonnart-uppsetingina ið tað hevur í dag.

Partafelagið Útferðir eigur og rekur Norðlýsið við endamálinum at skipið skal vinna til viðlíkahald og ábøtur, við at verða so nógvum til gleði sum gjørligt.

Leiga skipið

Hópin av nýtslumøguleikum

Tosa við okkum um tíni ynski til dagin. So geva vit eitt tilboð. Møguleikarnir eru nógvir. Ikki bara hvagar leiðin skal ganga, men eisini hvat skal henda umborð undir ferðini. Til dømis kunnu nevnast fiskitúrur har matgerðast kann við fonginum aftaná og vinfólkatúrur við kokki og hugna í heita sjópottinum. 

Prísir úr 5.500 kr.

Bílegg her

Matur og drekka

Tað stendur gestum okkara frítt fyri, at hava sínar egnu mat- og drykkivørur við á túrinum.

Vit bjóða vanliga kaffi, the og vatn uttan eyka kostnað. Ein hissini Norðlýsið Brown Ale frá OKKARA er somuleiðis tøk hjá skiparanum at bjóða um tað hóskar seg, og tey hepnu sleppa at smakka víðagitnu fiskasuppuna hjá Birgir Enni. 

Vit kunnu eisini útvega mat frá øðrum veitarum í sambandi við privatar túrar.

Norðlýsið brown ale

Serliga bryggjað til OKKARA

OKKARA hevur bryggjað eina serliga brown ale til heiðurs fyri Norðlýsinum og skiparanum Birgir Enni, ið hevur gjørt skipið so víðagitið sum tað er í dag. Ølin varð avdúkað í sambandi við sjeyti ára føðingardagin hjá Birgir Enni, har hann eisini hátíðarhelt trýati árini ið Norðlýsið hevur verði í ferðafólkavinnuni.


betalingskort